Tíðindi
UngdómsfótbólturArnbjørn Danielsen er nýggju høvuðsungdómsvenjari hjá KÍ
KÍ hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara.
Mynd: ki
KÍ hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara.
KÍ skrivaði fyrr í vikuni:
Tað er ein føroyingur við nógvum royndum og góðari fótbóltsútbúgving, ið fer at stjórna akademinum hjá KÍ komandi árini.
- Hetta verður sera spennandi, og vit eru vís í, at ungdómurin hjá KÍ hevur fingið ein dugnaligan og væl skikkaðan leiðara at standa fyri allari ungdómsdeildini hjá felagnum.
- Okkara vón er, at hetta fer at styrkja enn meiri um akademiið, og at vit fara at fáa enn betri úrslit á vøllinum og hjá tí einstaka leikaranum sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Arnbjørn Danielsen hevur drúgvar royndir sum venjari, eitt nú hjá B68 og B36. Hann hevur staðið á odda fyri nógvum ungdómsliðum, verið hjálparvenjari í bestu deildini og høvuðsvenjari í bestu kvinnudeildini. Umframt alt hetta, so hevur hann eisini sjálvur spælt gott 300 dystir í bestu føroyskum deildini fyri ávikavist B68 og B36.
- KÍ er eitt stórt, spennandi og sigursríkt felag, sum arbeiðir sera miðvíst. Eg havi mangan spælt móti KÍ í Klaksvík, og Djúpumýra er eitt av teimum støðunum í Føroyum, sum hevur verið karmur um heilt serligar fótbóltsupplivingar, sigur Arnbjørn Danielsen.
- Eg gleði meg at koma í gongd, og fari beinanvegin undir at fyrireika komandi árið. Eg síggi fram til at arbeiða saman við teimum dugnaligu venjarunum sum longu eru í KÍ, og fari saman við teimum, at gera alt fyri, at støðið á ungdómsarbeiðinum hjá KÍ kann lyftast enn hægri.
Umframt nógvar royndir á vøllinum, sum bæði leikari og venjari, so hevur Arnbjørn eisini lokið UEFA A-Diplom og UEFA A-Elite Youth Diplom útbúgving.
- Í samráð við leiðsluna verður mítt fokus á breiddina, samstundis sum elitan skal mennast. Málið er at fáa enn fleiri landsliðsleikarar og betri úrslit í ungdómsdeildunum í føroysku kappingini, sigur Arnbjørn Danielsen at enda.
Arnbjørn Danielsen fer beinanvegin undir at fyrireika komandi kappingarár hjá KÍ Akademinum.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.