Tíðindi
Landsliðsfótbóltur100 dystir
Týsdagin 14. apríl spældi føroyska A landsliðið við kvinnum HM undankappingardyst ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Sum so mangan, var Heidi Sevdal á vøllinum frá byrjan – hesaferð fyri hundrandu ferð.
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF
Týsdagin 14. apríl spældi føroyska A landsliðið við kvinnum HM undankappingardyst ímóti Grikkalandi á Tórsvølli. Sum so mangan, var Heidi Sevdal á vøllinum frá byrjan – hesaferð fyri hundrandu ferð.
Í 20 ár hevur Heidi Sevdal umboðað føroyska A landsliðið við kvinnum. Kvinnan við nummar 6 á bakinum, spældi sín fyrsta altjóða skrásetta dyst ímóti Wales í september 2006 og síðan tað, er tað blivið til 100 dystir í hvítum og bláum. Sostatt er Heidi tann fyrsti føroyski spælarin at náa einum trýsiffraðum dystartali.
Í hesum hundrað dystum hevur kviki áleyparin skotið 31 mál og er tí eisini tann føroyski leikarin, sum hevur skotið flest A landsliðsmál. Í heimligu kappingini hevur Heidi Sevdal spælt 336 dystir í MeistariDeildini og 50 í Steypakappingini, tilsamans hevur málslúkurin sett bóltin í netið 471 ferðir. Eisini kann nevnast at runavíkingurin heili 9 ferðir er vald til ársins leikara í bestu føroysku deildini.
Eyðvør Klakstein hevur spælt 63 A landsdystir, og í 14 ár hevur hon spælt saman við Heidi á landsliðnum. Hoyr her, hvat hon hevur at siga um liðfelagan.
<iframe width="560" height="315" src="https://www.youtube.com/embed/llLnhvp_xOo?si=Fe4owtxRE31H9TVe" title="YouTube video player" frameborder="0" allow="accelerometer; autoplay; clipboard-write; encrypted-media; gyroscope; picture-in-picture; web-share" referrerpolicy="strict-origin-when-cross-origin" allowfullscreen></iframe>
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Hesir døma 21. umfar
21. umfar byrjar í kvøld.
Føroyar enda sannlíkt nummar 42 eftir hetta kappingarárið
Føroyar liggja í løtuni nummar 41.
Riga FC avgjørdi móti endanum
KÍ var í betri støðu enn áður í hesi uppgerðini, men so kom eitt mistak, sum Riga FC revsaði.
Her kann Riga FC-KÍ stroymast í kvøld
Í kvøld verður avgerandi dystur í Riga.
Hesir fýra hava leikbann í 21. umfari
Flestu av teimum eru lyklaleikarar á sínum liðum.
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.