Tíðindi
LandsliðsfótbólturFøroyar vendu 2-1 til 2-3 síðstu minuttirnar
Føroyar vóru aftanfyri 2-1, tá 87 minuttir vóru leiktir, men vunnu 3-2.
Mynd: KVF (skíggjamynd)
Føroyar vóru aftanfyri 2-1, tá 87 minuttir vóru leiktir, men vunnu 3-2.
Innskiftu leikararnir, har fleiri eisini komu við í hópin uppá avboð, spældu ein stóran leiklut, tá Føroyar vendu dystinum í Georgia. Dysturin byrjaði annars keðiliga, tí Georgia kom á odda uppá eitt brotsspark, sum var ógvuliga torført at fáa eyga á útfrá upptøkunum. Beint áðrenn hálvleik javnaði Brá Zakariasardóttir eftir mistak í verjuni. Georgia fekk aftur leiðsluna, tá bólturin ikki bleiv ruddaður burtur og 2-1 sá leingi út til at blíva úrslitið. Men so bleiv Birita Ryan feld í hornasparksstøðu og Tórunn H. Joensen skoraði uppá brotssparkið í 87. minutti. Og í 90. minutti avgjørdi innskifta Tóra Mohr eftir innlegg frá innskiftu Eydnu Dalheim.
3-2 til Føroyar gjørdust úrslitið og sostatt enda Føroyar nummar tvey við seks stigum í bólkinum. Tað kann í ástøðini geva røkkstøkkdystir, men tað verður ikki avgjørt fyrr enn fyrst í komandi viku.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Hesir døma 21. umfar
21. umfar byrjar í kvøld.
Føroyar enda sannlíkt nummar 42 eftir hetta kappingarárið
Føroyar liggja í løtuni nummar 41.
Riga FC avgjørdi móti endanum
KÍ var í betri støðu enn áður í hesi uppgerðini, men so kom eitt mistak, sum Riga FC revsaði.
Her kann Riga FC-KÍ stroymast í kvøld
Í kvøld verður avgerandi dystur í Riga.
Hesir fýra hava leikbann í 21. umfari
Flestu av teimum eru lyklaleikarar á sínum liðum.
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.