Tíðindi
LandsliðsfótbólturFIFA-styrkislistin verður ikki brúktur til styrkismetingar í undankappingum longur
Tá venjingardystir verða leiktir, so telja hesir í FIFA-styrkislistanum, men FIFA-styrkislistin verður ikki brúkt til undankappingar longur.
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
Tá venjingardystir verða leiktir, so telja hesir í FIFA-styrkislistanum, men FIFA-styrkislistin verður ikki brúkt til undankappingar longur.
FIFA-styrkislistin bleiv vanliga brúktur til styrkismetingina til HM- og EM-undankappingar. Men síðani Nations League kom, so verður Nations League brúkt til styrkismetingina til HM- og EM-undankappingar. Tað einasta sum FIFA-styrkislistin verður brúktur til er til endaspæl, har hann avger styrkismetingina.
Nations League er týdningarmikil kapping fyri Føroyar
Nations League kom fyri at minka um talið av venjingardystum. Summi hava verið í iva um, hvønn týdning Nations League hevur, men við tíðini er eingin ivi um, at hetta er ein stór kapping og fyri Føroyar kanska serliga týdningarmikil.
Tí tað er í Nations League, at vegurin til endaspæl er styttri, tó at vit líka mugu síggja, hvussu nýggji kappingarleisturin við deildum frá 2028 kemur at virka ímun til, um pláss í endaspælum verður koyrd niður til tey 19 lægstu liðini. Í Nations League hava Føroyart enda nr. 41 og 40 síðstu kappingarnar, so tað er ikki so langur vegur eftir at sleppa millum 36 tey bestu, sum framyvir verða í ovaru deildini til HM- og EM-undankappingar.
Til EM-undankappingina 2024 vóru Føroyar nær við at fáa røkkstøkkdystir, tí tá endaði Luksemborg trý stig frammanfyri Føroyar á 2. plássi í sínum bólki í deild c. Høvdu Føroyar vunnið heimadystin móti Luksemborg og endað nr. tvey, so hvødu Føroyar verið millum tey fýra londini, sum tá vóru Georgia, Luksemborg, Kasakhstan og Grikkaland, sum spældu røkkstøkk um eitt pláss í endaspælinum, sum tá fór til Georgia, sum vann báðar sínar røkkstøkkdystir.
Til HM-undankappingina 2026 vóru eisini pláss koyrd í Nations league til røkkstøkk dystir. Tað var hendan vegin, at Svøríki slapp til HM-endaspælið. Liðini sum komu til røkkstøkkdystir frá Nations League vóru Svøríki, Rumenia, Norðurmakedónia og Norðurírland.
Nú koma vit í eina skiftistíð við broyttum kappingarleisti, har Nations League eisini fer at skifta frá fýra deildum til tríggjar deildir, men rákið hevur verið, at Nations League hevur stóran týdning fyri eitt land sum Føroyar.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Hesir døma 21. umfar
21. umfar byrjar í kvøld.
Føroyar enda sannlíkt nummar 42 eftir hetta kappingarárið
Føroyar liggja í løtuni nummar 41.
Riga FC avgjørdi móti endanum
KÍ var í betri støðu enn áður í hesi uppgerðini, men so kom eitt mistak, sum Riga FC revsaði.
Her kann Riga FC-KÍ stroymast í kvøld
Í kvøld verður avgerandi dystur í Riga.
Hesir fýra hava leikbann í 21. umfari
Flestu av teimum eru lyklaleikarar á sínum liðum.
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.