Tíðindi
MansfótbólturDaniel Obbekjær gjørdist stóra hetjan hjá NSÍ
Danski miðverjin javnaði í 99. minutti í einum dysti, har KÍ var greitt omaná fyrstu 83 minuttirnar, men har NSÍ hevði so góðan endaspurt, at tað rakk til eitt stig, sum kann vísa seg at blíva avgerandi eftir 27. umfar.
Mynd: Kronberg Photography/ki.fo
Danski miðverjin javnaði í 99. minutti í einum dysti, har KÍ var greitt omaná fyrstu 83 minuttirnar, men har NSÍ hevði so góðan endaspurt, at tað rakk til eitt stig, sum kann vísa seg at blíva avgerandi eftir 27. umfar.
Í fyrra hálvleiki var KÍ greitt omaná í einum dysti, har leikferðin kanska ikki var so høg sum onkuntíð fyrr millum hesi liðini, helst tí at hetta eru liðini sum hava spælt flestar dystir í ár.
KÍ stýrdi dystinum og tað var í tráð við leikgongdina, at KÍ var á odda 2-0, tá 83 minuttir vóru leiktir. Men so fóru KÍ-arnir at gera tvey mistøk, sum kostaðu tvey mál, tá NSÍ-arnir gjørdu skjótt av. Tað var framvegis nógv, sum bæði Petur Knudsen og Daniel Obbkjær skuldu gera og sjálv málini vóru flott. Újavnandi málið í 99. minutti var munurin á, at NSÍ framvegis er oddalið.
Í hinum dystunum tók HB ikki av møguleikanum at blanda seg í FM-stríðið, meðan EB/Streymur og Skála tóku stór fet móti at varðveita plássini í deildini. Hetta var bara annar sigurin hjá Skála á útivølli síðani 2019 í bestu deildini.
Úrslitini í dag:
KÍ-NSÍ 2-2
EB/Streymur-AB 2-0
HB-07 Vestur 0-0
B68-Skála 0-1
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.
Alex Freyr Elísson er bakkurin við flest uppleggum í MeistaraDeildini
Íslendski bakkurin hjá NSÍ átti uppleggið til avgerandi málið hjá Daniel Obbekjær í toppdystinum í Klaksvík sunnudagin.