Tíðindi
Útlendskur fótbólturImpulsskeið við Superligavenjara
Fríggjadagin 25. septembur skipar FSF fyri impulsskeiði við Andrasi Gango, sum í dag er málverjuvenjari hjá Superligaliðnum hjá AGF.
Mynd: agf.dk
FSF skrivar:
Fríggjadagin 25. septembur skipar FSF fyri impulsskeiði við Andrasi Gango, sum í dag er málverjuvenjari hjá Superligaliðnum hjá AGF.
Tað verður fyrrverandi málverjuvenjarin hjá føroyska U21-landsliðnum og A-landsliðnum við monnun, Andras Gango, ið verður høvuðsundirvísari, tá Fótbóltssamband Føroya fríggjadagin 25. septembur frá klokkan 16 til 21 skipar fyri impulsskeiði í Smæruni í Havn.
Skeiðið verður fyri málverjuvenjarum og øðrum áhugaðum, og telur fimm impulstímar fyri venjarar við UEFA B-GK prógvi.
Andras Gango er als ikki ókendur í føroyska fótbóltsumhvørvinum. Frá 2006 til 2018 spældi ungarin eitt hav av dystum í føroysku kappingini, og seinastu sjey árini hevur hann arbeitt sum málverjuvenjari. Í dag er Andras Gango knýttur at Superligaliðnum hjá AGF, sum farna kappingarár vann danska meistaraheitið.
Tilmelding
Áhugað kunnu sjálvi tekna seg ella venda sær til egið felag, sum avgreiðir tilmeldingina. Tilmeldingin fer fram í nethandilinum á FSF.fo. Umráðandi er við røttum upplýsingum um luttakaran: navn, føðidato, kyn, teldupost og telefonnummar.
Luttøkugjald
Kostnaðurin fyri luttøku á skeiðnum er 900 kr. Íroknað prísin er atgongumerki, við atgongd til FSF Gestir, til UEFA Nations League dystin á Tórsvølli leygardagin 26. septembur millum Føroyar og Kasakstan.
Tilmeldingarfreistin er mánadagin 21. septembur 2026.
Meira fæst at vita um skeiðið við at venda sær til Eli Hentze, eli@football.fo ella tel. 29 19 62.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
NSÍ var nógv best móti botn 5 og á heimavølli
Vit hava hugt eftir, hvar tað var, at NSÍ vann FM 2026.
Petur Knudsen: Í ár funnu vit røttu samansetingina
(Video) Petur Knudsen var fegin eftir sítt fyrsta FM við besta liðnum hjá NSÍ.
Karstin Joensen: Eitt fantatiskt ár í Føroyum og Evropa
(Video) Vit hittu formannin hjá føroyameistarunum NSÍ, Karstin Joensen, eftir dystin.
NSÍ er føroyameistari 2026
NSÍ-toppskjúttin skoraði avgerandi útjavnandi málið í 84. minutti.
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.