X ads

Tíðindi

Mansfótbóltur

Ársins fyrsta heimatap hjá Víkingi

Í einum undirhaldandi dysti vann HB ein uppibornan 3-1 sigur í Sarpugerði.

Ársins fyrsta heimatap hjá Víkingi

Mynd: RSmedia/hb.fo

Í einum undirhaldandi dysti vann HB ein uppibornan 3-1 sigur í Sarpugerði.

Tað var nakað av vindi í Sarpugerði og tað vísti seg, at liðið sum hevði undanvind hevði yvirvág. Víkingur hevði teir størstu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, men Jákup Johansen og Jørgen Nielsen raktu ikki málið. HB var eisini við og Jákup Thomsen hevði stóran málmøguleika beinanvegin.

Í seinna hálvleiki byrjaði Víkingur betri og kom skjótt á odda eftir deyðbóltsstøðu, har Jørgen Nielsen stýrdi innlegginum í málið. Men so tók HB yvir og sum hálvleikurin leið, so bleiv HB klárt betra liðið. Hanus Sørensen javnaði og løtu seinni endaði hornaspark frá Dan í Soylu beinleiðis í málinum. HB bleiv við at trýsta langt frammi, og tað gjørdi, at Víkingur kom ongantíð inní dystin aftur. Ístaðin økti innskifti Ebiye Moses til 3-1 til HB.

Meðan Víkingur átti teir størstu málmøguleikarnar í fyrra hálvleiki, so var eingin ivi um, at HB var omaná í seinna hálvleiki og vann uppiborið. Hetta var fyrsta tapið á heimavølli í ár hjá Víkingi, meðan HB staðfesti sína støðu sum formsterkasta liðið í deildini.

Afturat

Nýggjastu tíðindir