Tíðindi
UngdómsfótbólturNýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði
Nú kemur nýtt graslíki á vøllin í Fuglafirði.
Mynd: fuglafjordur.fo
Nú kemur nýtt graslíki á vøllin í Fuglafirði.
Fuglafjarðar kommuna skrivar:
Dávur Juul, borgarstjóri og Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu skrivaðu mánadagin 8. juni 2026 undir avtalu um nýtt graslíki til fótbóltsvøllin í Fuglafirði.
Talan er um sama slag av vølli, sum verður nýttur á fleiri øðrum føroyskum vøllum har sandur og kork verða nýtt sum fylla.
Byrjað verður at fyrireika vøllin 6. juli 2026 og sjálv áleggingin byrjar nakað áðrenn Ólavsøku. Tað tekur 14 dagar, at leggja vøllin á.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.