X ads

Tíðindi

Mansfótbóltur

HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild

Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.

HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild

Mynd: RSmedia/hb.fo

Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.

HB gjørdi tað sum HB eisini gjørdi í 2024 og sum KÍ gjørdi í 2025. Flutti sum eitt av stóru feløgunum niður í 2.deild og tí fáa yngru leikararnir, sum eru áveg fram men ikki sleppa framat í bestu deildini, ikki dystir á 1.deildarstigi í 2027. Fyri longri tíð síðani er greitt, at EB/Streymur, sum við sera góðum endaspurti bjargaði sær í 2025, flytir niður.

Úr 2.deild flytir KÍ upp og so er ógreitt, hvat hitt liðið verður. AB hevur tryggjað sær uppflytingina, men flytir liðið niður úr MeistaraDeildini, so fer plássið til FC Suðuroy, sum endaði á 3. plássi í 2.deild og sum eisini flytur upp í MeistaraDeildina.

Afturat

Nýggjastu tíðindir

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.