Tíðindi
KvinnufótbólturHB vann toppdystin
Eyðvør Jakobsen fekk eina dreymabyrjan sum venjari hjá HB.
Mynd: hb.fo
Eyðvør Jakobsen fekk eina dreymabyrjan sum venjari hjá HB.
Í fyrra hálvleiki kom einki mál, har nærum eingin stórur málmøguleiki kom. Í seinna hálvleiki hendi meira. HB virkaði grammari og hevði kanska havt munin, tá Julia Naomi Mortensen skeyt eitt flott langskot, sum endaði á tvørstongini. Lý G. Djurhuus skeyt beint viðsíðuna av frá góðari fjarstøðu, men HB fekk einasta málið. Brá Zakariasardóttir skeyt, KÍ-málverjin helt ikki bóltinum og so var innskifta Lea Lisberg klár og so var 1-0 til HB. KÍ fekk ein stóran málmøguleilka at javna, men Durita Hummeland skeyt langt uppum. Meðan KÍ bara hevði skapt henda eina málmøguleikan fyrstu 92 minuttirnar, so fekk KÍ tveir stórar málmøguleikar í síðsta minutti av yvirtíðini. Báðar ferðir endaðu royndirnar hjá Sólju Ernsdóttir á stongini.
Við sigrinum leggur HB seg seks stig framum KÍ við einum dysti fleiri. Ein dreymabyrjan hjá Eyðvør Jakobsen, sum á fyrsta sinni stóð á odda fyri HB í ár. HB hevur sum einasta liðið nú ongan landskappingardyst tapt.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Skrá og frásøgufólk hjá Televarpinum í 21. umfari
Her er skrá og frásøgufólk fyri 21. umfar hjá Televarpinum.
Royndur Champions League-dómari dømir avgerandi dystin hjá KÍ
UEFA hevur sett niðurlendska Allard Lindhout at døma avgerandi Conference League play-off dystin millum Riga FC og KÍ hóskvøldið.
Mathias Voss til danskan fótbólt
24 ára gamli danin hevur verið millum bestu leikararnar hjá HB.
Heilfluktarin 14. juli
Her er Heilfluktarin 14. juli.
Heilfluktarin 25. august
Her er Heilfluktarin frá 25. august.
U21-landsliðið skal hava nýggjan hjálparvenjara
Poul N. Poulsen gavst, tá hann í farnu viku gjørdist høvuðsvenjari hjá Skála.