Tíðindi
Útlendskur fótbólturAndrass Johansen er givin
Hann gjørdi fyrr í ár tvey-ára sáttmála við Fremad Amager.
Mynd: Fremad Amager
Hann gjørdi fyrr í ár tvey-ára sáttmála við Fremad Amager.
Í Fremad Amager, sum spælir í triðbestu donsku deildini, er tað komið sum ein skelkur, at fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin Andrass Johansen hevur valt at steðga við fótbóltinum fyribils ella ’’med alla’’.
– Eg havi í fleiri ár stríðst við nógvar skaðar, sum hava ført til hesa støðuna. Í mai skrivaði eg undir ein tvey ára sáttmála í vón um, at summarfrítíðin fór at hjálpa mær at koma fyri meg eftir nakrar av skaðunum, sum eg hevði. Soleiðis gekk tað tíverri ikki, og tí havi eg nú tikið avgerð um at gevast, sigur Andrass Johansen við ligamanager.dk.
Hjá venjaranum, John Bredal, var hetta eitt ordans bakkast fyri fyrireikingarnar til komandi kappingarár.
– Tað var eitt ordans spark í búkin, sigur hann sjálvur við LigaManager, meðan hann hyggur út yvir graslíkið í Sundby.
– Eg eri so ótrúliga keddur hansara vegna. Andrass hevði alt, sum skuldi til á okkara støði. Hann hevði júst longt sáttmálan við tveimum árum, tí hann var eisini ein leikari, sum onnur feløg høvdu áhuga fyri. Eg hevði samrøður við føroyska landsliðsvenjaran um, at hann stóð og bankaði upp á dyrnar til landsliðið. Og so koma hesi boðini, sigur ein sjónliga vónbrotin John Bredal við ligamanager.dk.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.