Tíðindi
KvinnufótbólturKÍ endaði á 3. plássi í mini-kappingini
Taptu greitt í hálvfinaluni og vunnu greitt dystin um 3. pláss.
Mynd: ki.fo
Taptu greitt í hálvfinaluni og vunnu greitt dystin um 3. pláss.
Í hálvfinaluni í mini-kappingini í Champions League var stórur munir á liðunum, har Ludogorets úr Bulgaria vann 3-0. Hagtølini søgdu 27-3 í málroyndum.
Í dag var øðrvísi, tá dysturin um 3. plássið var. KÍ vann 4-1 á Zimbru úr Moldova, har málroyndirnar søgdu 21-4. Málini hjá KÍ skoraðu Durita Hummeland (3) og Malena Olsen.
Mitrovica úr Kosovo vann mini-kappingina í Kosovo við 2-0 sigri í finaluni á Ludogorets.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.