Tíðindi
UngdómsfótbólturHB, KÍ og HB vunnu fyrstu ungdómsfinalurnar
Í vikuskiftinum vóru tríggjar tær fyrstu steypafinalurnar í ungdómsfinalunum.
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF
Í vikuskiftinum vóru tríggjar tær fyrstu steypafinalurnar í ungdómsfinalunum.
FSF skrivar:
Ungdómsfinalur
Tríggjar ungdómsfinalur vórðu eisini spældar um vikuskiftið.
Hóskvøldið møttust U15-dreingirnir hjá HB og Víkingi. HB var greitt omaná og vann 5-1. Málini gjørdu Palli Bernhardsson Petersen og Allan Ramiro Joensen, sum skoraðu tvey part, meðan William Christiansen stóð fyri einum. Einsamalla málið hjá Víkingi skoraði Eyðnar Isaksen.

Fríggjakvøldið brustu HB og KÍ saman í steypafinaluni fyri U16 gentur. HB var á odda bæði 1-0 og 2-1, men klaksvíksgenturnar góvu ongantíð skarvin yvir, og tá avtornaði vann KÍ 3-2. Sigursmálið skoraði Gunhild Arge Joensen beint fyri leiklok.
Lilja Eiriksdóttir Højsted og Julia Rósa Dal Christiansen stóðu fyri málunum hjá HB, meðan Gunhild Arge Joensen, sum skoraði tvær ferðir, og Erla Joensen gjørdu málini hjá KÍ.
Aftaná dystin varð Petsy Káradóttir Nielsen hjá HB kosin til besta spælara í finaluni.

Tíðliga seinnapartin leygardagin var finalan fyri U18 dreingir. Aftur hesaferð vóru liðini HB og Víkingur, og aftur gjørdist talan um ein greiðan HB sigur. Úrslitið varð 7-0 til teir reyð-svørtu, sum vóru odda 4-0 í hálvleikinum.
Dánial Mørkøre og Edvard Falkenberg skoraðu trý mál hvør, meðan Jónas Sigtórsson gjørdi eitt. Aftaná dystin varð Edvard Falkenberg kosin til dagsins spælara.

Myndir: Jóhanna Thomsen/FSF
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.