Tíðindi
LandsliðsfótbólturDýrasti kasakstanski leikarin skaddur – fýra profilar mangla móti Føroyum
Kasakhstan hevur fingið enn eitt álvarsamt avboð undan Nations League-dystinum móti Føroyum á Tórsvølli leygardagin.
Mynd: KFF
Kasakstan hevur fingið enn eitt álvarsamt avboð undan Nations League-dystinum móti Føroyum á Tórsvølli leygardagin. Maksim Samorodov, sum er hægst virðismetti kasakstanski fótbóltsleikarin, er skaddur og verður ikki við.
Kasakstanska fótbóltssambandið boðaði í dag frá, at 24 ára gamli álopsspælarin hjá Akhmat Grozny, ið til dagligt spælir í bestu deildini í Russlandi, er skaddur og tí ikki spælir útidystirnar móti Føroyum og Slovakia. Tað er enn óvist, um hann verður tøkur, tá Kasakhstan seinni skal spæla heimadystir móti Moldova og Føroyum.
Fýra mangla nú
Samorodov leggst afturat trimum øðrum týðandi leikarum, sum longu vóru úti til dystin móti Føroyum.
Dastan Satpayev er skaddur og ikki í hópinum, meðan Islam Chesnokov (hevur eisini leikbann) og miðverjin Alibek Kasym eisini eru úti við skaðum. Sambært virðinum á Transfermarkt, so eru Samorodov og Satpayev teir báðir leikararnir við hægst virði av øllum leikarunum hjá Kasakstan.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.