Tíðindi
Útlendskur fótbólturSormani fingið nýtt venjarastarv
Fyrrverandi HB-venjarin Adolfo Sormani hevur fingið nýtt starv.
Mynd: hb.fo
Fyrrverandi HB-venjarin Adolfo Sormani hevur fingið nýtt starv. Italienski venjarin er settur sum høvuðsvenjari hjá Zabbar St. Patrick, sum spælir í bestu deildini á Malta.
Sormani verður ikki einsamallur úr gamla venjaratoyminum í HB. Giovanni Mazzella, sum var hjálparvenjari hjá Sormani í HB, verður eisini partur av venjaratoyminum hjá Zabbar St. Patrick. Hann fær heitið ''Technical Collaborator''.
Setanin kemur mitt í einari stórari broyting hjá maltesiska felagnum. Bara fyri einari viku síðani varð ein nýggj íløguavtala undirskrivað, har serbiski vinnulívsmaðurin Dragan Solak og samstarvsfelagar hansara keyptu 65 prosent av fótbóltsfelagnum.
Solak er eitt kent navn í evropeiskum fótbólti. Ígjøgnum Sport Republic er hann knýttur at Southampton í Onglandi, Göztepe í Turkalandi og Valenciennes í Fraklandi. Ætlanin er, at Zabbar St. Patrick skal gerast partur av hesum størra fótbóltsumhvørvinum og fáa gagn av vitan innan millum annað spælaramenning, rekruttering og rakstur. Tað eru longu komnir spælarar til ?abbar úr Göztepe, og ætlanin er, at samstarv eisini kann verða við hini feløgini.
Nýggju eigararnir hava stórar ætlanir. Felagið sigur, at málið er at professionalisera raksturin, menna fótbóltsdeildina og byggja eitt lið, sum kann kappast um heiðursmerki á Malta.
Venjaraskiftið kemur eisini beint eftir eigaraskiftið. Í dag varð samstarvið við høvuðsvenjaran Gilbert Agius endað. Times of Malta skrivar, at nýggi eigarin var áhugaður í at fáa ein nýggjan høvuðsvenjara inn.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.