X ads

Tíðindi

Landsliðsfótbóltur

Føroyingar bara javna

Annan dystin á rað endaði tað við javnleiki. Hesaferð føldist javnleikurin meir sum eitt vunnið stig hjá føroyingum.

Føroyingar bara javna

Mynd: Hans Erik Danielsen

Føroyar fingu eitt stig við sær úr Moldova, tá liðini spældu 1-1 í Chisinau týskvøldið.

Føroyar komu á odda eftir 26 minuttir. Géza Dávid Turi varð feldur í brotsteiginum, og Viljormur Davidsen umsetti brotssparkið til 1-0.

Moldova trýsti meira eftir steðgin og javnaði eftir 66 minuttir, tá innskifti Sergiu Perciun skoraði beinleiðis upp á fríspark.

Seinastu løtuna var Moldova nærri sigrinum og rakti bæði stong og tvørstong. Føroyar hildu tó tørn og fingu eitt stig við sær úr Chisinau.

Hetta var triðju ferð, at Føroyar spældu útidyst móti Moldova – og allir tríggir eru endaðir 1-1.

Afturat

Nýggjastu tíðindir

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.