Tíðindi
LandsliðsfótbólturTað vendi skjótt í Kasakstan
Einu løtuna vóru Føroyar áveg móti einum at síggja til tryggum sigri, men so vendist alt og í síðsta enda skuldu Føroyar kanska verða nøgdar við javnleik.
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF
Einu løtuna vóru Føroyar áveg móti einum at síggja til tryggum sigri, men so vendist alt og í síðsta enda skuldu Føroyar kanska verða nøgdar við javnleik.
Kasakstan var betri fyrsta korterið og síðsta hálva tíman. Men millum har vóru Føroyar betra liðið og til tíðir væl betri. Føroyar komu á odda 2-0 við málum frá Peturi Knudsen og Géza Dávid Turi. Hetta landsliðstíðarskeiðið hevur sostatt havt fýra ymiskar føroyskar málskjúttar. Dysturin vendist, tá Martin Agnarsson gjørdi eitt stórt mistak við at fáa seinna gula kortið, men hóast útvísingina, so burdi liðið ikki fallið so nógv í stigi. Skjótt bleiv 2-2, men tað hjálpti, at Kasakstan eisini fekk ein leikara útvístan. Móti endanum av dystinum bylgjaði aftur og fram, men tað endaði 2-2.
Slovakia vann 4-0 í Moldova, og tí er stórur spenningur um 2. plássið, sum fer at geva røkkstøkkdystir um at koma í deild b. Tvey umfør eru eftir og tey verða mitt í november. Tá Føroyar spæla í Slovakia vita Føroyar úrslitið í Moldova millum Moldova-Kasakstan. Vinnur Kasakstan ikki har, so er nógv sum bendur á, at síðsti dysturin í Føroyum millum Føroyar-Moldova verður finala um 2. plássið. Tað verður tað kanska óansæð, tí Kasakstan spælir á heimavølli móti Slovakia síðsta umfar. Tá hevur Slovakia kanska vunnið bólkin, men Føroyar hava enn møguleikan at vinna bólkin, um Føroyar vinna báðar dystirnar. Innanhýsis uppgerðir telja áðrenn samlaða málmunin. Tí kann hetta fara allar vegir, men teir fýra dystirnir í heyst hava víst, at føroyska landsliðið er væl fyri. Tað hava verið smáir marginalar sum hava verið á muni til bæði betri og verri úrslit enn fýra javnleikir.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Lagt er upp til stóra FM-dagin hjá NSÍ við Løkin
Bara eitt stig skal til ella at KÍ ikki fær fult, so er NSÍ FM-vinnari á heimavølli í dag.
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.