X ads

Tíðindi

Mansfótbóltur

Nú er FM-heitið hjá NSÍ næstan staðfest

NSÍ skal bara vinna eitt stig afturat fyri at tryggja sær annað FM-heitið í søgu felagsins.

Nú er FM-heitið hjá NSÍ næstan staðfest

Mynd: Hjalmar Jóhan Juul/Juul's Photo

NSÍ skal bara vinna eitt stig afturat fyri at tryggja sær annað FM-heitið í søgu felagsins.

Tað hevur tey síðstu umførini ligið í hondunum hjá NSÍ at vinna FM og runavíkingar hava víst seg at havt tað sum skal til, meðan fleiri spurningar hava kunna verið settir við avbjóðararnar KÍ, sum m.a. setti stig til á heimavølli móti Skála.

Og tað bleiv aftur staðfest í dag, at NSÍ hevur tað sum skal til, meðan KÍ manglar tað sum skal til. Sigursmálið í Runavík skoraði Aron Knusen, meðan Sebastian L. Nielsen skoraði sigursmálið í Klaksvík. Sigurin hjá B68 ger, at ein lítil vón enn er um yvirliving og sum B68 stríddist og vardi, so er síðsta stiigið kanska ikki komið.

Í stríðnum um síðsta altjóða plássið, so vann HB seg nærri við sigri við Margáir, meðan B36 bara fekk javnleik á heimavølli móti Skála. Tað merkir, at B36 má vinna á KÍ, sum verður uttan leikbannaða Árna Frederiksberg, samstundis sum HB skal tapa móti NSÍ fyri at dysturin í 27. umfari skal blíva ein finala um Conference League-pláss.

Í stríðnum um niðurflyting var AB dagsins stóri tapari saman við EB/Streymi.

 

NSÍ kann verða FM-vinnari uttan at spæla

Komandi umfar verður sunnudagin. Sambært FSF, so byrja tríggir dystir kl. 15.00. Skála-AB byrjar kl. 17.15 og NSÍ-HB byrjar kl. 19.00. Tað merkir, at longu undan dystinum í Runavík er longu greitt, at antin er NSÍ FM-vinnari ella hevur HB tryggjað sær Conference League-pláss.

 

Úrslitini í dag:

KÍ-B68 0-1

NSÍ-07 Vestur 1-0

B36-Skála 3-3

Víkingur-AB 2-0

EB/Streymur-HB 0-1

Afturat

Nýggjastu tíðindir

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi var dagsins maður

Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.