Tíðindi
KvinnufótbólturFM-steypið verður handað á Tórsvølli
Í morgin, leygardagin er síðsta umfari í MeistaraDeildini hjá kvinnum á skránni.
Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF
Í morgin, leygardagin er síðsta umfari í MeistaraDeildini hjá kvinnum á skránni. Í ovara bólkinum møtast Víkingur og Skála, og HB og KÍ, og í niðara bólki tekur ÍF móti FC Suðuroy, og B36 fær vitjan av 07 Vestur.
Tað verður nummar eitt ímóti nummar tvey, KÍ og HB sum møtast á Tórsvølli í morgin, leygardagin 24. oktobur klokkan 14:00, tá síðsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum er á skránni.
Undan dystinum er greitt, at klaksvíkskvinnur fara avstað við FM-heitinum – meistaraheiti nummar 25 síðani 1997 – meðan HB fær silvurkrónurnar.
Í hinum dystinum í ovara bólki tekur Víkingur, sum fær bronsuheiðursmerkini, ímóti Skála. Tann dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, og byrjar klokkan 13:00.
Í niðara bólki í MeistaraDeildini hjá kvinnum er framvegis spenningur um 1. plássið. Undan síðsta umfari er 07 Vestur fremst við 23 stigum, tvey stig fleiri enn B36, sum er á øðrum plássi við 21 stigum.
Og tað verða júst hesi bæði liðini, ið hittast á Tórsvølli í morgin klokkan 17:00. Hin dysturin í niðara bólki verður í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og FC Suðuroy. Tann dysturin byrjar klokkan 13:15.
Afturat
Nýggjastu tíðindir
Geza Turi var dagsins maður
Geza Turi hevði ein framúr góðan dyst, tá Grimsby Town í dag vann 4-1 á útivølli móti Gillingham í ensku League Two.
HB flutti niður í 2.deild – AB ella FC Suðuroy upp í 1.deild
Upp- og niðurflytingar eru avgreiddar eftir síðsta umfar hetta vikuskiftið.
KÍ fekk FM-steypið
Í dag var síðsta umfar leikt í kvinnudeildini.
NSÍ bjóðar gulum viðhaldsfólkum ókeypis til avgerandi dystin
NSÍ boðar frá, at møtir mann upp í gulum, so sleppur mann ókeypis inn til dystin.
Hesir døma 26. umfar
26. umfar verður leikt í morgin kl. 15.00.
Broytingar um flytingarvindeygað og eina hálvfinalu hevur ikki undirtøku
Eftir kvøldsins fund millum forfólk og FSF er meiriluti ikki fyri at gera broytingarnar, sum hava verið viðgjørdar síðstu vikurnar.